Lítil munur á skatti og meirvirðisgjaldi

Landskassin fekk næstan líka nógv inn í meirvirðisgjaldi sum í skatti í fjør Meirvirðisgjaldið munar nú næstan líka væl í landskassanum sum skatturin.

Sambært Tolli og Skatti fekk landskassin í fjør 1,3 mia. krónur í meirvirðisgjaldi, samstundis sum skatturin gav knappar 1,47 mia. krónur. Samanborið við 2006 vaks meirvirðisgjaldið 150 mió. krónur og skatturin 70 mió. krónur.

Tølini hjá Tolli og Skatti vísa, at nntøkan hjá landskassanum veksur skjótt. Hon var 6,9 mia. krónur í 2005, 7,3 mia. í 2006 og 7,9 mia. krónur í fjør.