Lítil munur á fiski og festivali

- Tað er ikki tann stóri munurin á at selja fisk og ein festival, tí í báðum førum snýr tað seg um at gera tað, sum er best fyri fyritøkuna. Soleiðis sigur Janus Rasmussen, sum komandi dagarnar er stjóri hjá útvið 1000 fólkum, sum arbeiða fyri G! Festivalin

Hann hevur landað, koyrt trukk, verið stjóri á Bergfrost og Faroe Bunkers, virkisleiðari á fiskavirkinum í Gøtu, framleiðsluleiðari á Aluplast, og so hevur hann altíð verið sera virkin innan fótbóltsfelagið, sum stendur hjartanum nærmast.

- Eg havi roynt alt frá at bera stólar fyri ítróttarfeløg til at vera stjóri, men leiðsla er tað, eg trívist best í, sigur 47 ára gamli gøtumaðurin, sum í fjør bleiv settur sum stjóri á tónleikafestivalinum G!. Hóast hann als ongar royndir hevur innan tónleikaøkið, heldur hann, at lívsroyndirnar hava givið honum neyðugu førleikarnar til at standa á odda fyri einum av Føroya størsta tónleikafestivali.


Stjórastarvið er gevandi

Janus Rasmussen tók við sum stjóri á G! Festivalinum í mai mánaði seinasta ár, og hann treivst so mikið væl í stjórasessinum, at hann valdi at halda fram sum stjóri, tá festivalurin í 2011 var farin afturum.

- Mær dámar væl tónleik, men serliga er tað upprunin til festivalin og sjálvur andin, ið tiltalar meg, tí hetta er eitt umhvørvið, har tað bara gevur meining at arbeiða frameftir, sigur Janus Rasmussen. Øll tey ellivu árini, G! Festivalurin hevur verið, hevur Janus Rasmussen onkursvegna verið partur av tónleikatiltakinum, uttan tvey ár, har tað ikki hevur borið til hjá honum at luttikið. So hóast tónleikaroyndirnar eru lítlar og ongar, kennur hann seg tryggan í tí umhvørvinum, hann sum festivalstjóri ferðast í.

- Eg kenni so at siga øll fólkini, ið eru knýtt at G!, og av tí eg á ymsan hátt havi tikið lut í festivalinum øll hesi árini, veit eg rættiliga væl, hvussu tingini hanga saman, sigur Janus Rasmussen. Ein av høvuðsorsøkunum, til at Janus fyrra árið takkaði ja til stjórastarvið hjá G! Festivalinum, var tann, at hann ynskir at vera við til at menna føroyskt tónleikalív.

- G! Festivalurin hevur sín uppruna í tónleikasamtakinum Grót, sum byrjaði fyri eini 15 árum síðani og hevði ein heilt serstakan anda í sær. Eg vil gjarna vera við til at skapa eitt umhvørvi, har tónleikurin kann spíra og ikki minst vera ein aktivur samfelagsbólkur. Fyri meg er tað eitt ótrúliga gevandi arbeiði.


Fyritøkan skal hanga saman

Stjórasessurin á G! er eitt starv, sum Janus Rasmussen røkir alt árið, tí uppgávurnar eru ikki so fáar í tali.

- Høvuðsuppgávan hjá mær er at systematisera tingini, tað vil siga, at eg skal fáa fyritøkuna at hanga saman upp á fleiri mátar. Á øllum stórum virkjum og fyritøkum hevur mann ofta deildir, soleiðis at arbeiðið verður skipað í ymsar eindir, og soleiðis er eisini við G! Festivalinum, greiðir Janus Rasmussen frá. Eini fimm til tíggju fólk eru knýtt at festivalinum alt árið, og ta vikuna, festivalurin er, eru útvið 1000 fólk, sum onkursvegna arbeiða á festivalinum. Men tað ræðir á ongan hátt stjóran.

- Hetta er ein stór logistisk uppgáva, og hóast eg havi flest fólk undir mær í teimum døgunum, festivalurin er, er tað tá, eg havi minst at gera, tí tá skal alt bara koyra og vera undir kontrol, sigur Janus Rasmussen. Hann dylir ikki, at størsta avbjóðingin sum stjóri er at fáa tónleikaupplivingina og fíggjarstøðuna at ganga upp í eina hægri eind.

- Upplivingin skal helst verða afturvendandi, og tí nyttar ikki, at fólk fáa fantastiskar tónleikaupplivingar á G!, men at festivalurin so ikki verður aftur, sigur Janus Rasmussen avgjørdur og heldur fram:

- Sjálvandi kundi eg hugsað mær, at vit høvdu 20 toppnøvn, men við fíggjarligu karmunum, sum eru, er hetta als ikki realistiskt.


Lívsroyndirnar verða brúktar

Fyri Janus Rasmussen er ikki stórvegis munur á at sita á ovastu rók á eitt nú eini oljugoymslu ella fiskavirki og einum festivali, tí sambært Janusi Rasmussen snýr tað seg um somu grundvirðini. Tí kann hann eisini brúka tær royndirnar, sum hann hevur frá arbeiðslívinum.

- Fyrst og fremst skal eg skapa álit inneftir og úteftir. Harafturat skalt tú sum stjóri so at siga framelska teir førleikarnar, sum eru í fyritøkuni. Tú skalt geva fólkunum heimild til at kunna virka frítt innan fyri teir karmar, sum nevnd og stjórn geva. Her hugsi eg serliga um fíggjarviðurskifti og konseptið sum heild, sigur Janus Rasmussen.

Navnið Janus Rasmussen er ikki einans kent í vinnulívinum. Serliga í 90-árunum var Janus Rasmussen fastur leikari á besta liðnum hjá GÍ, og so hevur hann eisini spælt tíggju altjóða skrásettar landsdystir fyri føroyska A-landsliðið í fótbólti. Í løtuni er hann ungdómsvenjari hjá Víkingi og venur eisini U16. Royndirnar, hann hevur frá fótbóltinum, verða eisini nýttar, tá hann er stjóri á G! Festivalinum.

- Frá fótbóltinum eri eg vanur við at vera í pressaðum støðum, har tú skalt taka skjótar avgerðir, og tað er avgjørt nakað, eg kann brúka í hesum starvinum á G! Festivalinum, sigur Janus Rasmussen og leggur afturat, at hann ikki er nervøsur men meira spentur, tá G! Festivalurin er.

- Nakrar vikur áðrenn festivalurin fer av bakkastokki, eri eg ógvuliga spentur, um alt fer at eydnast, og tá hugsi eg nógv um tær seinastu inntøkurnar, sum skulu til, fyri at hetta kann blíva ordiliga stuttligt.



Fólk skulu hava eina meining

At standa á odda fyri einum so stórum tónleikatiltaki sum G! merkir eisini, at tú til tíðir fært ábreiðslur og atfinningar frá fólki, sum eru ónøgd við eitthvørt, ið hevur við festivalin at gera. Men tað er ikki nakað, sum Janus Rasmussen missir svøvnin av.

- Sjálvandi verður mann ávirkaður og hugsar um tað, sum fólk siga. Hinvegin so haldi eg, at fólk skulu hava loyvi til at hava eina meining um G!, eisini tey fólkini, ið eru ónøgd við okkurt í viðvíkur festivalinum. Grundhugsjónin aftan fyri G! er jú tann, at fólk skulu kunna siga sína hugsan út frá vanligum fólkaligum viðurskiftum. Tað eru júst hesar hugsanirnar, sum skapa rúmið, har G! Festivalurin eksisterar, sigur Janus Rasmussen.

Nakað, sum tey flestu hava eina meining um hvørt ár, er tónleikaskráin á festivalinum. Men hana hevur Janus Rasmussen fyri so vítt einki við at gera.

- Tað er soleiðis, at tá farið verður undir fyrstu fyrireikingarnar, ger leiðslubólkurin eina fíggjarætlan. Tónleikastjórin fær so heimild til at brúka eina ávísa upphædd til at leggja eina skrá eftir, og eftir míni meting ger hann tað heilt suverent væl, sigur Janus Rasmussen, og vísir á Jón Tyril, sum er tónleikastjóri á G! Festivalinum.

Tað er í morgin at G! Festivalurin 2012 veruliga byrjar, og hóast Janus Rasmussen, frá í dag av og til festivalurin er liðugur, hevur umleið 1000 fólk undir sær, ætlar hann sær so vítt til ber at njóta festivalin og spáka millum hinar festivalgestirnar.

- Mín uppgáva skal vera liðug nú, so gongur alt, sum tað skal, eigi eg at kunna lena meg aftur og njóta tónleikin, sigur Janus Rasmussen, sum ikki dylir, at hann stórtrívist sum stjóri á G!.

- Mær dámar hetta so mikið væl, at eg havi avgjørt eitt ynski um at kunna halda fram sum stjóri á G! Festivalinum komandi árini, sigur Janus Rasmussen.