Skálavík: Ein leygardag fyri skjótt 21 árum síðani fór ein hending fram í Skálavík, sum nógv varð tosað um.
Henda dagin lat nevniliga á fyrsta sinni upp ein mótahandil í bygdini. Mong ivaðust í hesum, men Brynja Trondesen hon trúði uppá tað.
- Og í dag kann eg so bara staðfesta, at tað hevur gingið higartil, sigur hon, í tí at hon letur upp dyrnar til enn ein dag í handilslívinum á Sandoynni.
Talið at kundum er rættiliga ójavnt, onkran dagin kunnu teir bert vera einir tveir-tríggir. Men til aðrar tíðir kunnu gott vera eini 20 fólk á gátt í hesum einasta mótahandlinum í Sandoynni.
Kundarnir í handlinum koma úr allari oynni, og eisini úr øðrum pørtum av landinum.
- Serliga nógv er at gera um vikuskiftini, sigur Brynja.
Bar til
Brynja Trondesen hevur svarið klárt, tá vit spyrja hana um, hví í víðastu verð hon byrjaði ein klædnahandil í Skálavík.
- Eg arbeiddi eina tíð á flakavirkinum í Skopun, men hevði so hug at royna okkurt heilt annað.
- Ja, hví ikki lata upp ein handil við mótaklæðum her í bygdini?! Eg ætlaði bara at vita um tað yvirhøvur bar til, sigur Brynja.
Og tað bar til hjá henni - og ber framvegis til, nú tað fer at nærkast til 21 ára dagin fyri upplatingini henda minniliga dagin, 29. september í 1984.
Ein annar klædnahandil hevur verið í Skopun, men í løtuni er Klædnabúðin í Skálavík einasta staðið í Sandoynni har til ber at keypa mótaklæðir.
Heystmótin
Hóast hesin mótahandilin heldur til í einum kjallara, so hevur tað als onga ávirkan á úrvalið av klæðum.
Í løtuni hongur heystmótin frammi, og her sæst at jakkar við skinni eru komnir fram aftur. So her er Klædnabúðin í Skálavík við uppá mótan.
Hon hevur í løtuni bert klæðir til yngri og tilkomin konufólk. Eitt skifti seldi hon eisini klæðir til mannfólk, men gavst við hesum í fjør.
- Klæðini til mannfólk kravdu so nógv pláss, so eg gavst bara við tí, sigur hon.
Sovítt tað er gjørligt so roynir hon at halda seg til rímiligar prísir - í øllum førum soleiðis, at hon helst skal liggja nakað niðanfyri prísirnar í høvuðsstaðnum.
Ristu við høvdinum
Brynja, sum upprunaliga er ættað úr Havn, flutti suður í 1977.
Og tá hon bar uppá mál um ætlanir sínar við handlinum merkti hon týðiliga, at her mundi hon vera farin langt av leið.
- Tað vóru mong sum ristu við høvdinum at mær. Í dag dugi eg væl at skilja at tey gjørdu tað, men tað hevur so gingið síðani, sigur hon.
Handilin byrjaði jú í eini tíð, tá tað byrjaði at ganga búskaparliga væl í Føroyum.
Men hinvegin so merktu tey meiri slaku 90 árini eisini søluna í Klædnabúðini.
Dryppar á handilin
Á Sandoynni eru í løtuni nógv fólk í arbeiði á teimum báðum flakavirkinum hjá Sandoy Seafood.
Virksemið innan fiskivinnuna er alpha og omega hjá fólki í oynni. Gongst væl, so hevur fólk nógvan pening um hendi - og øvugt.
Hetta hevur Brynja eisini sæð í søluni av klæðunum hjá henni. Tað er nærum sum við orðatakinum: Regnar tað á fiskivinnuna, so dryppar tað eisini á handilslívið í oynni.
Hóast fólk tosa um ein ávísan steðg í búskaparliga vøkstrinum, so hevur hon framvegis havt úr at gera í summar.
Hon hevur kortini ikki tær stóru útreiðslurnar til leigu, tí handilin heldur til í kjallara hennara. Sjálv er hon eisini nógv í handlinum, men hevur eina hjálp aftrat sær.
Handilin letur upp kl. 10 á morgni og er vanliga opin til kl. 17, fríggjadag tó til kl. 18. Leygardag er opið frá kl. 10 til 14.










