- Fá línuskip eru í løtuni til fiskiskap undir Føroyum, men helst fara fleiri út í næstum.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at eitt ísfiskalínuskip nýliga er byrjað at fiska í íslendskum sjógvi, men ivasamt er, um tað landar í vikuni sum kemur. Haraftrat er eisini eitt frystilínuskip í íslendskum sjógvi.
- Tvey línuskip eru á Byrenbanka og fiska svartkalva, tosk og blálongu. Annað skipið kemur inn at landa mánadagin, og hitt kemur væntandi seinni í vikuni.
Lagt verður aftrat, at trý línuskip júst eru byrjað fiskiskap á Íslandsrygginum, men tey koma neyvan inn at landa í næstu viku.
Um útróður verður sagt, at streymurin verður hampiliga góður alla vikuna, og veðrið verður brúkiligt. Tí verður roknað útróðrarfiski, mest snellufiski.
- Menn lata ikki væl at útróðrinum í løtuni, vita tey eisini Fiskamarknaði Føroya at siga.