Lítil jarðskjálvti í Grikkalandi

Ein jarðskjálvti, sum var 5,1 á Richterstiganum, var í landnyrðingspartinum av Grikkalandi í morgun Einki er frætt um skaða av skjálvtanum, hóast ristingarnar kendust so langt burturi sum í høvuðsstaðnum Athen.

Tann fyrsta fráboðanin hjá grikska jarðfrøðistovninum var, at jarðskjálvtin var 6,6 á Richterstiganum, men tað bleiv seinni rættað til 5,1.

Stutt eftir jarðskjálvtan vóru tveir veikari eftirskjálvtar, skrivar Reuters úr Athen.