Í kvøld hevur norska løgreglan kunnað miðlarnar um gongdina í bjargingararbeiðnum, har leitað verður eftir trimum fólkum, sum framvegis eru saknað í leivdunum av herviliga leirskriðulopinum í býarpartinum Ask í Gjerdrum kommunu, norðan fyri Oslo.
- Støðan er lík henni, hon hevur verið í allan dag. At kalla sama tal av bjargingarfólki sum áður hevur verið við í arbeiðnum í allan dag. Vit arbeiða framvegis við hundum, og har hundarnir halda seg hava varhugan av onkrum, verður leitað.
Tað sigur átaksleiðarin hjá løgregluni á staðnum, Ivar Myrbø. Men, hann hevði eisini eini góð tíðindi at bera miðlunum. - Vit hava í kvøld funnið ein lítlan hund, sum er á lívi. Hann varð funnin millum húsaleivdir í økinum, har vit serliga hava arbeitt í dag.
Átaksleiðarin hjá sløkkiliðsfólkunum, Jøran Syvertsen, sigur, at hundurin leyp fram, meðan bjargingarfólk vóru í holt við at grava í húsaleivdum. Her leyp hundurin úr einum luftholi í leivdunum.
Ivar Myrbø, átaksleiðari hjá løgregluni, sigur, at dagurin í dag hevur verið langur hjá teimum, sum hava arbeitt niðri í leivdunum av leirskriðulopinum. Vit hava serliga leitað í tveimum økjum, harav serliga tí eina, sum hundarnir fyrr í dag vístu stóran áhuga fyri.
- Tað, sum vit sita eftir við í dag, er, at vit hava funnið ein hund á lívi. Tað gevur okkum mót at vita, at tað eru møguleikar at finna lív í leivdunum. Alt, sum vit finna, er ein lítil sigur, og hetta kann eisini snúgva seg um lutir, sum kunnu fortelja okkum, hvar vit eru.
Átaksleiðarin hjá løgregluni leggur aftrat, at nøkur húsdjór eru saknað.
- Nøkur eru eisini flutt burtur, og onnur vera matað, har tey eru, tí tað er best fyri tey, at tey eru her í økinum, sigur Ivar Myrbø. Vit kunnu leggja aftrat, at nógv fólk í økinum eru flutt burtur, tí vandi kann vera fyri, at aðrar skriður leypa.