Tað hevur gingið striltið hjá Fiskamarknaði Føroya at selja fisk á uppboðssølu seinastu dagarnar. Í dag hava umleið 300 tons verið til sølu, og tað hevur gingið hampuligt at selja.
- Tað hevur verið lítil áhugi fyri at keypa fisk seinastu dagarnar. Tað hevur ikki verið spurningur um prís, tí nógv keyparar hava einfalt ikki verið áhugaðir í at keypa fiskin, sigur Jens Olsen, stjóri fyri Fiskamarknaðin.
Hann sigur, at útboðið av fiski fer at minka næstu tíðina, og so vónar hann, at sølan verður betur, tá ið farið verður um ársskiftið.
At áhugin fyri at keypa fisk er so lítil, hevur eisini við sær, at prísurin fellir.