Valluttøkan á kirkjuráðsvalunum er óguliva ymisk um landið, men onkur tekin kunnu lesast úr hagtølunum.
Ongastaðni í landinum fer valluttøkan upp um 50 prosent. Nærmast koma oyndfirðingar, har valluttøkan var 48,6 prosent í 2013, sambært hagtølum hjá Føroya Stiftsstjórn.
Í heila tikið sæst, at valluttøkan er hægri í norðaru sóknunum. Í Gøtu kirkju var næst hægsta luttøkan, 45 prosent, síðani komu Christianskirkjan, 42,5 prosent og Fríðrikskirkjan, 42,4 prosent.
Somuleiðis er eyðsæð, at valluttøkan er minst í høvuðsstaðnum. Av teimum 22 kirkjunum, sum val var í, var valluttøkan lægst í Vesturkirkjuni, 13,7 prosent, næstlægst í Havnar kirkju, 15,6 prosent og triðlægst í Argja kirkju, 18,7 prosent.
Ilt er at siga, at luttøkan er lág yvirhøvur, tí í meiri enn helminginum av kirkjunum er valluttøkan undir 30 prosent, í einans seks førum er valluttøkan yvir 40 prosent.
Kirkjuráðsval verður í morgin.
Soleiðis var valluttøkan í 2013.
Christianskirkjan 42,5 prosent
Leirvíkar kirkja 35,6 prosent
Fuglafjarðar kirkja 29,8 prosent
Gøtu kirkja 45 prosent
Glyvra kirkja 27 prosent
Fríðriskirkan 42,4 prosent
Oyndarfjarðar kirkja 48,6 prosent
Skála kirkja 40,6 prosent
Sjóvar kirkja 34,3 prosent
Norðskála kirkja 26,3 prosent
Kollafjarðar kirkja 24,7 prosent
Vestmanna kirkja 32,3 prosent
Sandavágs kirkja 34,3 prosent
Sørvágs kirkja 22,3 prosent
Miðvágs kirkja 23,4 prosent
Hoyvíkar kirkja 25,4 prosent
Havnar kirkja 15,6 prosent
Vesturkirkjan 13,7 prosent
Argja kirkja 18,7 prosent
Skopunar kirkja 41,2 prosent
Tvøroyrar kirkja 21,5 prosent
Vágs kirkja 32,3 prosent









