Lítil fiskur í væntu

- Tað verður ikki nógvur línufiskur í næstu viku. Øll skipini - undantikið tað eina - eru nýliga byrjaði túr. So, tey koma neyvan inn í vikuni.

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at okkurt av línuskipunum, sum fiska tosk og hýsu, møguliga kemur inn at landa síðst í vikuni.

- Tað eina skipið, sum hevur verið longst úti, kemur møguliga inn at landa í morgin.

Lagt verður aftrat, at línuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

Um útróður sigur Fiskamarknaður Føroya, at streymurin verður hampiligur, og veðrið verður eisini brúkiligt.

- Seks djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Teir partrola eftir upsa og fáa eisini nakað av hjáveiði. Skipini koma inn, sum vikan gongur.

Partrolararnir fiska allir upsa, og teir koma eisini inn, sum vikan gongur. Fiskiskapurin hjá partrolarunum er heldur betri nú.

- Ein trolbátur landar væntandi í morgin. Hann hevur mest av toski, hýsu og so nakað av reyðsprøku.

Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í sínum metingum fyri næstu viku.