Nakrir fáir útróðrarbátar seldu á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum í dag, og tveir partrolarar seldu eitt sløg av kongafiski.
Útróðrarbátarnir høvdu mest av toski og hýsu, men prísirnir vóru yvirhøvur lágir. Tað mesta av toskinum fór fyri 12,50 krónur í meðal fyri kilo, og meginparturin av hýsuni fór fyri 9,41 krónur.
Heldur ikki kongafiskurin fekk nakað serligan prís. Tað mesta fór fyri 8,00 krónur kilo.
Tilsamans seldi uppboðssølan góð 13 tons, sum fóru fyri 133.000 krónur.