Lítil ferð - stórur skaði

Ein lastbilur kann vera eitt hættisligari vápn í ferðsluni, enn vit mangan hugsa. TEC-Landtransport í Keypmannahavn hava skeið har luttakararnir, ið serliga eru lastbilførarar, síggja hvussu neyðugt tað er at halda røttu frástøðuna

Hóast ferðin er lítil, kann skaðin gerast stórur og umfatandi, vísa royndirnar sum TEC-Landtransport á Avedøre Holme í Keypmannahavn, halda fyri sínum skeiðluttakarum, ið serliga eru lastbilførarar, har teir við egnum eygum síggja hvussu neyðugt tað er at halda røttu frástøðuna.

Endamálið við hesum royndum er, at skeiðluttakararnir kunnu síggja hvussu lítla ferð lastbilurin nýtist at hava fyri at gera stóran skaða. Eisini læra teir hvussu neyðugt tað er at halda røttu frástøðuna í ferðsluni.

Hetta sæst t.d. tá ein perónbilur yvirhálar ein lastbil, koyrir framum hann og kanska bremsar fyri ikki at renna á bilin frammanfyri. Tá kann førarin á lastbilinum koma í tað støðu, at hann ikki fær tíð nokk til at bremsa, og hann rennur á persónbilin við tí úrsliti, at persónbilurin verður kroystur saman.

Ein slík støða kann verða rættuliga álvarslig og kann føra við sær, at fólk fáa álvarsligan skaða ella doyggja.

Tað eru t.d. slíkar umstøður, ið TEC-Landtransport í Keypmannahavn vísa sínum skeiðluttakarum, ið serliga eru lastbilførarar, og læra teir hvussu hættisligt tað er, um bilførarar ikki halda røttu frástøðuna í ferðsluni.

Teir gera t.d. royndir við at seta tveir gamlar persónbilar aftan fyri hvønn annan og koyra so við einum 12 tons lastbili við eini ferð upp á 50 km/t og renna á aftara persónbilin, so hann liggur ímillum og verður kroystur millum lastbilin og fremra persónbilin.

Førarin á lastbilinum merkir als einki í einum slíkum føri, men persónbilurin verður styttur munandi og vandi er fyri at fólkini í bilinum kunnu koma álvarsliga til skaða.
Sjálvandi kann førarin á lastbilinum fáa eina skelkandi uppliving, tá hann sær hvussu stórur skaðin varð.

Endamálið við hesum royndum er, at skeiðluttakararnir við egnum eygum kunnu síggja hvussu lítla ferð lastbilurin nýtist at hava fyri at gera stóran skaða. Eisini læra teir hvussu neyðugt tað er at halda røttu frástøðuna í ferðsluni.