Lítil ferð á Skála

Skálamenn stríðast í botninum at sleppa av niðasta plássi. Seinasta vikuskifti fingu teir ein avsmurning í Havn móti B36, men annars eru flestu ósigrarnir teprir. Á heimavølli hava teir verið stinnir og fingið tveir javnleikir og annars oftast tapt við einum málið

Hesaferð høvdu skálamenn vitjan av GÍ og høvdu teir sett nøsuna upp eftir einum góðum úrsliti - minst einum stigið.
Gøtumenn hinvegin skuldu hava øll trý stigini fyri at hanga í tí javna toppstríðinum.
Liðini vóru bæði nakað skerd. Skála manglaði Dánjal Hansen og Jónhard Frederiksberg sum eru skaddir og Arnold Berg sum var uttanfyri við leikbanni. Hjá GÍ manglaðu skaddi Sámal Joensen og leikbannaðu Suni Olsen og Magnus Skoralíð.

Misskiljing kostaði
Skála átti fyrsta stóra málmøguleikan eftir fýra minuttir. Teir høvdu hornaspark sum Alexandur Johansen sendi stutt til Alexandru Gabor, sum rann út ímóti horninum og móttekur bótlin og vendir móti málinum eftir sjálvari baklinjuni og rekur tætt inn undir málið áðrenn hann avsluttar og GÍ vejuleikari bjargar á sjálvari málstrikuni.
Tá níggju minuttir vóru leiktir leggur Súni Fríði Johannesen GÍ fram um 1-0. Bartal Eliasen spælir Krystof Popchynski leysan í høgru síðu, sum eftir eitt stutt trekk leggur flatt innfyri málið. Júst sum Eugin Voda í Skálamálinum skuldi taka bóltin kemur Skála verjuleikari í millum við fótinum, soleiðis at bóltin fór uppum teir báðar soleiðis at Súni Fríð Johannesen kundi seta høvdi á bóltin og beina hann í málið. Ein vandaleys støða sum eftir misskiljing gav mál.
Eftir málið var tað GÍ sum hevði bóltin mest. Fyrstu løtuna flyttu teir bóltin skjótt, men skálaverjan lá tøtt aftarlaga og bíðaði. Teir høvdu nokk lært av avsmurninginum í Havn seinasta vikuskifti. Onkri málmøguleikar vóru og átti GÍ teir flestu av hesum, uttan at nakað spurgdist burtur úr hesum Ferðin á spælinum minkaði og gøtumenn høvdu framvegis bóltin tað mesta av tíðuni.
Men í 39. minutti mundi Skáli javnað. Alexandru Gabor sendi eitt gott fríspark úr 27 metra fjarðstøðu framvið verjugarðinum á stongina.

Áslakur gjørdi munin
Seinni hálvleikur var bert 3. minuttir gamal tá Skála javnaði. Kári Nielsen sparkar bóltin innum GÍ verjuna, har málverjin Hallur Hansen, slær bóltin burtur, men óheppin rakar beint á Bartal Eliasen, sum beinir bóltin í málið til javnleik 1-1.
Seinni hálvleikur var nú javnari og bæði liðini høvdu sínar málmøguleikar. GÍ átti kortini teir flestu og var tað serliga eftir deyðbóltsstøður at gørtumenn vóru vandamiklir. Tann allarstørsta átti Bárður á Lakjuni tá hann langaði eitt skot úr 18 metra fjarðstøðu úr vinstru síðu. Men Eugin Voda í Skálamálinum hevði eina framúr bjarging tá hann mátti út í fulla longd. Hetta var annars fyrst landskappingardysturin hjá Bárði fyri GÍ eftir at hann í fyrru leikhálvu leikti fyri KÍ.
Í 21. og 22. minutti vóru tvær útskiftingar sum ávirkaðu spælið og úrslitið. Skála tók miðvallarin, Paula Hansen, sum var við fyri fyrstu ferð eftir drúgvan liðbandsskaða hann fekk fyrst í juni mánað. Uttan iva var hann ikki heilt klárur enn, men hann var besti maður hjá Skála meðan hann var á vøllinum. Eftir at hann fór út misti Skála takið á miðvøllinum sum teir als so spakuliga høvdu fingið hampuligt tak á.
Hjá Gí kom Áslakur Petersen á vøllin og hann fekk meiri tyngd á miðvøllin soleiðis at teir vunnu fleiri bóltar. Sera raskur og nógv við í uppbyggjandi spælinum. Og so var tað eisini Áslakur sum gjørdi sigurmálið.
Súni Fríð Johannesen leggur innfyri úr høgru. Skálamálverjin boksar útfrá. Magni jarnskor skallar móti málinum og dygst niðri við vinstra málstólpa fær Eugin Voda, enn einferð í fullari longd, fingrarnar á bóltin. Tá er Áslakur Petersen fyrstur á returbóltinum og smekkar hann í málið til 2-1 til GÍ og 29 minuttir farnir av seinna hálvleiki.
Eftir hetta var tað Gí sum hevði bóltin mest og somuleiðis áttu størstu málmøguleikarnar.
2-1 sigur til GÍ, sum fekk tað teir fóru á Skála eftir hendan fagra sóldagin.
Skálamenn iðra seg uttan iva. Enn ein tepur ósigur og liðini omanfyri niðurflytingarstrikuna fáa stig, men enn eru bert trý stig upp til næst aftasta pláss.

Dysturin í tølum
Skála-GÍ 1-2 (0-1)
0-1Súni Fríði Johannesen, 9
1-1Sjálvmál, 48
1-2Áslakur Petersen, 75

Skála:
Eugin Voda - Ronnie Hansen, Áki Petersen, Rúni Rasmussen, Bent Djurhuus - Marius Joensen, Kári Nielsen, Pauli Hansen, Alexandur Johansen - Gheorge Callo Alexandru Gabor

GÍ:
Hallur Hansen - Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Leivur Hansen - Henning Jarnskor, Magni Jarnskor, Jóan Petur Olsen, Zidek Janek, Bárður á Lakjuni - Krystoof Popcynski, Súni Fríði Johannesen