”Aldur er bara eitt tal”, verður ofta sagt, tá munurin millum tvey í einum parlagi er stórur.
Men sambært feskari amerikanskari kanning sum Andrew Frances og Hugo Mialon frá universitetinum í Atlanta hava gjørt, er aldur ikki bert eitt tal. Í øllum førum er møguleikin størri fyri at parlagið fer í vaskið, um aldursmunurin er stórur.
Tess størri munurin er, tess størri eru útlitini fyri at parlagið ikki heldur.
Av teimum pørunum har makin er 5 ár eldri, vísir kanningin at 18% av teimum parløgunum ikki halda. Er makin 10 ár eldri, veksur lutfallið týðuliga. Tá eru tað 39% av parløgunum, ið ikki halda. Og um um munurin er 20 ár millum kynini, eru tað 95% av parløgunum, ið ikki halda.
Í kanningini verður eisini nomið við ideella aldurin sum skal vera millum tvey kyn. Har vísa tølini at bert 3% av teimum pørunum, har munurin er eitt ár, fara frá hvørjum øðrum. Tað er klárt tað lægsta talið í kanningini.
Granskararnir leggja tó dent á, at tað ikki neyðturviliga nýtist at vera aldurin, sum ger at pørini sum hava luttikið í kanningini, eru farin frá hvørjum øðrum. Tað kunnu eisini vera aðrar orsøkir, sum tað ikki eru spurdar inn til í kanningini.