Levi Nybo, sum vardi málið hjá H71, stóð sera væl undan steðginum, men óneyðug mistøk í álopsspælinum høvdu við sær, at gestirnir runnu undan heimaliðnum.
KÍF var á odda so at siga allatíðina, hóast kollfirðingar misnýttu fleiri upplagdar møguleikar.
Kollfirðingar vunnu 32-25. KÍF hevur fult stigatal fyri tríggjar dystir, og H71 hevur framvegis einki stig fingið. Hoyvíkingar hava spælt tveir dystir.
Ein landskappingardystur hjá monnum er í høllini á Hálsi í morgin. Tá spæla Kyndil og StÍF.










