Turkur hevur verið í langa tíð, og í fleiri støðum kring landið hevur verið ov lítið av vatni. Í Havn er vatnið eisini nógv minkað, men tað er tó ikki nakar trupulleiki.
– Ja, vatnið er minkað nógv, men vit hava tó vatn eftir til kanska 60 dagar afturat. Og tá verður vatnið skitið. Men man tað ikki fara at regna aftur áðrenn tað, sigur Jógvan Andreasen, vatnmeistari.
Hann vísir á, at áarføri, ið var nakað fyri ólavsøkuna, gjørdi stóran mun.
Umframt vatn úr Villingardali, so fáa borgarar í Havn eisini vatn úr Havnardali.
– Vit hava nógv vatn í Havnardali, og vit kunnu eisini partvís leiða vatn frá Havnardali til tey økini, sum vanliga fáa vatn úr Villingardali, sigur Jógvan Andreasen.
##med2##
Vatnmeistarin sigur, at í nøkrum av bygdunum í Havnar kommunu, er ikki nógv vatn eftir. Men hann heldur tó, at tað skuldi verið nakar trupulleiki eina viku fram.