Lítið valtos í Vágum

Tað tykist næstan, sum tað ikki er gingið upp fyri fólki í Vágum, at kommunuval er týsdagin. Ikki ein valplakat er at síggja nakrastaðni, og ógvuliga lítið verður tosað um val

Tað er spakt valrák í Vágum. Mestsum kyrrindi. Tykist mestsum, at fólk hava ikki fatað, at kommunuval er týsdagin, og at tey, sum skulu stýra bygdunum næstu fýra árini, tá skulu kjósast.
Í Sørvági hevur ein veljarafundur verið, og har møtti væl av fólki. Men fundurin var heldur spakur, halda fleiri sørvingar, Sosialurin hevur fingið orð á eftir fundin.
Flest øll uppstillaðu valevnini vóru á fundinum, men einki serlig sprell var í kortini, siga keldur okkara.
Av valagitatión annars er lítið at frætta, siga sørvingar. Eingin plakat er at síggja nakrastaðni, og bert onkur hendinga faldari verður borin út soleiðis hissini.
Treyðugt so. Tosað verður okkurt her og har, sum fólk hittast. Men tað er ikki meira enn vanligt er, tá soleiðis er. Eingin serligur valstemningur, halda tey í vestastu kommununi, sum verður í landinum eftir nýggjár.
Heldur ikki hinumegin er nakað serligt veiggj í valtosinum. Tað er tað sama. Onkur hendinga faldari og SMS. Men ongar plakatir. Og veljarfundir hava ikki verið heldur. Hvørki í Miðvági ella Sandavági.
Kvinnubólkurin í Vágum skipaði í farnu viku fyri einum forvitnisligum fundi um kommunusamanlegging sum so. Men tað hevði ikki beinleiðis tilknýti til aktuella valið.

Sama tosið
Í undirhúsinum í Miðvági er tosið tað sama, sum tað vanliga er. Fiskur, regn, harur og okkurt lítið um fótbólt.
Men kommunuvalinum ganga tey stillisliga um hurðarnar við. Einki lív er í, verður sagt í undirhúsinum. Fólk munnu halda væl standa til, tí er so lítið at hoyra.
Tó er kortini ein listi gjørdur í Miðvági, har eingin av verandi bygdarráðslimunum er á. Har eru onkrir útróðrarmenn uppstillaðir, og sum undirhúslimirnir í Miðvági vita at siga frá, tykist høvuðsmálið við at gera tann listan vera, at fáa víðkað bátahylin ella kanska gera ein nýggjan, tí har er við at treingjast.
Miðvágs- og Sandavágs kommunur samstarva um havnina, og tískil eru eisini bátar úr báðum bygdunum í bátahylinum í Miðvági.
Onkur broyting í samansetignini verður kortini, vita tey í undirhúsinum. Tí í hvussu er tvær av kvinnunum, sum hava sitið í bygdarráðnum nøkur valskeið, stilla ikki uppaftur.
Men annars er lítið at frætta um, hvat tey, ið stilla upp, ætla sær at geva miðvingum komandi fýra árini, siga tey í undirhúsinum í Miðvági.

Næstan deytt
Í Sandavági er næstan deytt. So galið, at summi fólk vita ikki, hvør upstillaður er, hóast tað hevur verið kunngjørt bæði í pressuni og við uppsløgum.
Og tey, sum eru á teimum báðum listunum, hava heldur ikki gjørt tað øgiliga stóra við at gera seg kend millum veljararnar í bygdini.
Sunnukvøldið gekk eitt einstakt valevni í yngra endanum og pikkaði spakuliga á dyrnar hjá sandavágsfólki og býtti ein faldara út við yvirliti yvir mál, sum viðkomandi vil hava framd í komandi valskeiði. Onkur er farin at nýta tøknina so sum SMS og okkurt hendinga teldubræv.
Men vágafólk, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at tey ætla sær á val. Hvussu tey fara at velja, eru tað fá, sum vlja siga alment. Men eitt rættiliga ofta afturvendandi svar er spurningurin:
»Man tað ikki fara at verða tað sama?«
Í hvussu er tykjast tað vera ógvuliga fá vágafólk, sum hava gjørt sær eina greiða meingin um, hvør skal sita í borgarstjórasessunum í teimum trimum kommununum í oynni eftir nýggjár.