Lítið svenskt felag argar

Västerås IK kann koma í vegin fyri, at Lindelöf skiftir úr Benfica til Manchester United.

Manchester United hevur í longri tíð verið sett í samband við svenska miðverjan, Victor Lindelöf, sum í løtuni spælir við portugisiska stórfelagnum Benfica.


Nú er tó ein óvæntað forðing komin í vegin fyri skiftinum, har Manchester United annars skuldi verið til reiðar at gjalda 340 milliónir krónur.


Lítla svenska felagið, Västerås IK, har Victor Lindelöf er uppvaksin, sigur seg eiga rættindi til 20% av prísinum – í so fall einar 68 milliónir krónur.


Benfica vil ikki rinda svenska felagnum hesa upphæddina. Teir meta nevniliga, at hetta kravið í sáttmálanum datt burtur, tá ið Benfica gjørdi nýggjan fulltíðarsáttmála við Lindelöf.


Hvussu er og ikki, so ætlar Benfica at fáa tær 340 milliónir krónurnar fyri Lindelöf, og tí kann tað hugsast, at felagið fer at krevja Manchester United at rinda ta upphæddina, ið Västerås IK møguliga hevur rætt til.


Lindelöf skuldi eftir ætlan skriva undir við Manchester United nú í januar, men í løtuni verður bíðað eftir at greiða fæst á krøvunum í sáttmálanum, og um Manchester United er sinnað at rinda meiri enn tær 340 milliónir krónurnar.