Flogbólturin er nú av álvara aftur í luftini.
Høllin í Sørvági var karmur um fyrsta oddadystin í hesum kappingarárinum, tá SÍ hevði vitjan av Fleyr í vikuskiftinum.
Gestirnir vunnu 3-2. Gestirnir vunnu seinasta settið 17-15.
SÍ var aftan fyri við 2-0, áðrenn liðið bardi seg upp á javnleik, men Fleyr átti seinasta orðið.
Jón Nielsen, SÍ, var aftur serliga eyðsýndur. Hann gekk fremst, tá SÍ vann 3-0 á Tvøroyri í fyrsta landskappingardystinum. Hóast hann stóð seg væl í verjupartinum og álopspartinum, so var tað ikki nóg mikið.
TB, sum er uppflytari, hevur ikki lagt væl frá landi. Tvørámenn hava tapt fyrstu tríggjar dystirnar 3-0. TB spældi móti ÍF og Mjølnir í vikuskiftinum.










