Føðingardagar plaga oftast at vera hugaligir at halda, men sum støðan er í fiskivinnuni í løtuni, heldur formaðurin, Viberg Sørensen, at lítið er at rópa hurrá fyri.
- Eg havi nú sitið sum formaður í eitt gott ár, og tað má sigast, at tað hevur brotið í bæði borð líka síðani eg tók við, sigur Viberg Sørensen.
Men hetta er hinvegin ikki nakað nýtt. Verður hugt í gomul bløð sæst, at fyri júst hundrað árum síðani komu reiðarar saman at umrøða vanlukkuligu støðuna í fiskivinnuni, og tað er nógv ið týðir á, at støðan tá einki mætari var enn hon er í dag.
- Vit liva í einari vinnu, sum er púra óforútsigilig. Vit hava onga hóming av, hvussu komandi ár fer at roynast, sigur Viberg Sørensen.
Í løtuni er lítið hugaligt at fáast við fiskivinnu, tí partvís er lítið at fáa, og partvís er prísurin í botni.
- Fiskaprísurin er raplaður niður í botn, og tað ber næstan ikki til at sleppa av vi tosk fyri ein rímiligan prís. Hetta er tó ikki bert galdandi fyri okkum. Men eisini hýsuprísurin er í botni, hann hevur verið heilt niðri á fýra krónum, sigur Viberg Sørensen.
Halda dagin í mars
Formaðurin í Reiðarafelagnum sigur tó, at tað er heldur frægari við oljuprísinum. Men heldur ikki her er tó gott.
- Oljuprísurin í londunum uttan um okkum er millum 1,00 og 1,20 krónur lægri, og tað hevði fløvað almikið, tá uppgjørt verður. Ein lemmatrolari bunkrar kanska eini 50.000 til 60.000 litrar og tað er lætt at rokna út, hvat sparingin tá er við einari krónu minni pr. litur, sigur Viberg Sørensen.
Hann sigur, at ein vanligur lemmatrolari bunkrar eitt stað millum 1,5 og 1,7 milliónir litrar um árið, og ein króna bíligari fyri liturin hevði gjørt stóran mun á botnlinjuni.
Formaðurin sigur annars, at teir ikki fara at gera so nógv burtur úr degnum í dag.
- Tað er ikki akkurát rætta tíðin nú beint upp undir jól at halda stóran føðingardag, so tað verður bara nevndin, sum hittist til ein døgurða í kvøld. Vit fara so at gera meiri burtur úr degnum fyrstu vikuna í mars, sigur Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag.