Eitt lítið ferðsluióhapp var í morgun, við omankoyringina á Sanatoriiveg av Hvítanesvegi.
Klokkan 08.00 fær løgreglan eina fráboðan um at eitt lítið ferðsluóhapp er hent í morgunmeldrinum á Hvítanesvegi.
Ein ung genta skal snara oman móti studentaskúlanum í Hoydølum, og tá hon tekur ferðina av, verður hon árend aftanífrá av einum øðrum bili.
Talan er bert um materiellan skaða, og partarnir eru samdir. Tí ger løgreglan ikki meira við málið.