Lítið ferðsluóhapp elvdi til stóran skaða

Tað kann verða ein dýr søga hjá einum bilførara, sum loypti hvøkk á eitt heilt grannalag í Havn í gjárkvøldið

 

 

Um náttúrðatíð í gjárkvøldið ringdu fleiri fólk -meiri ella minni forfard- til løgregluna at boða frá einum óhappi í Eysturbýnum í Havn, beint aftanfyri gomlu løgreglustøðina. Tað vísti seg, at ein bilur var farin útav, men tað var so óheppið, at hann rakti eitt elskáp. Tað var eitt øgiligt neistarokilsi frá elskápinum, og tað loypti hvøkk á fólk í grannalagnum, eins og fleiri av teimum mistu streymin.

 

Ferðin var rættiliga lítil, tá ið bilurin fór útav. Og fólkaskaði var eingin. Men orsøkin til at eingin fólkaskaði var, kanska eisini tann, at eingin var í bilinum, tá ið hann fór útav.

 

Løgreglan sigur, at tað vísti seg, at bilførarin var farin inn í eini hús, men hevði helst gloymt at tryggja bilin áðrenn hann fór út honum. Tað merkir, at hann hevði gloymt hondbremsuna, og at seta bilin í gear. Tí fór bilurin á rull og rakti fyrst ein annan bil, sum stóð parkeraður, so síðani fór hann útav vegnum og í elskápið.

 

Tað er ólógligt at fara úr einum bili uttan at tryggja hann, so bilførarin kann vænta sær bót fyri tað. Men annars kann tað verða honum ein dýra søga, tí tað kann henda, at tryggingin kemur til ta niðurstøðu, at talan er um somikið groft ósketni, at bilførarin skal rinda allan skaðan sjálvur, ella í hvussu so er ein part av honum.