Lítið av toski í dag

Í dag var lítil toskur seldur á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum. Umleið helvtin av fiskinum var longa og brosma frá línuskipum. Góð 70 tons vóru av longu. Tann størsta longan fór fyri 11,03 krónur, longa II fór fyri 11,55 krónur, og longa III fekk meðalpisin 10,53 krónur.

Knappliga 25 tons vóru av brosmu, og støddirnar II og III fóru fyri ávikavist 7,80 og 7,65 krónur í meðal fyri kilo.

Góð 28 tons av hýsu, og nógv tað mesta var hýsa II, sum fekk meðalprísin 11,20 krónur.

Ein djúpvatnstrolari seldi 28 tons av svartkalva, sum hann fekk 32,41 krónur í meðal fyri kilo.

Nakað var av rognum. Toskarogn fóru fyri 7,80 krónur og meðalprísurin á longurognunum var 17 krónur.

Tey 190 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, fóru fyri góðar 2,6 milliónir krónur.