Lítið av sild á Sandoyarbankanum

Saksaberg hevur leitað eftir sild eystanfyri Føroyar, men tað var ikki nógv at síggja 16. juli fór Saksaberg av Gøtu eystur um Føroyar. Teir leitaðu í tveir dagar og høvdu bara eitt kast, mest fyri at kanna slagið, støddina, og um makrelur var uppíblandaður. Teir komu inn aftur 18. juli, skrivar Vinnan á heimasíðu síni.

Okkurt árið hevur sild verið at fingið á Sandoyarbankanum um hesa tíðina.

Hesaferð var eisini nakað at síggja, men sildin stó so spjadd. Men nógvur makrelur var at síggja, Saksaberg hevur ikki makrelloyvi, so har var ikki meira at gera hjá teimum. Teir liggja nú aftur í Gøtu, har teir hava ligið í umleið ein mánaða.

Sildin hevur verið ov rak og tí hevur prísurin eisini verið lágur. Nú er sildin heilt væl fyri, og um Ólavsøkuna er hon uppá tað feitasta. Í fjør loystu skipini, sum trola og partrola, aftaná Ólavsøku, og væntandi verður tað, tað sama í ár.

Skiparin, Virgar Fagraklett, sigur at teir eiga um 3.000 tons eftir at fiska av sildakvotuni og leggur afturat at hann roknar við at prísurin fer at batna, sum summarið líður. Manningin á Saksaberg telur 11 mans.