Grækarismessa
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík, Sosialurin: Veðrið var ikki av tí besta sunnudagin, tá Grækarismessuhald var hildið í skúlagarðinum í Klaksvík. Hetta var eisini uttan iva orsøkin til, at so lítið av fólki vóru til staðar.
Skrúðgonga
Byrjað var við skrúðgongu frá Býráðshúsinum við Klaksvíkar Hornorkestur á odda. Eftir teimum fylgdu bæði skótaliðini úr Klaksvík, men heldur ikki hesi vóru so mong í tali, sum tey plaga.
Ein onnur orsøk kann eisini vera fimleikaframsýningin hjá Klaksvíkar Fimleikafelag, sum skuldi byrja lítla løtu eftir Grækarismessuhaldið.
Flytifluglur ímyndar frælsi
Rani Nolsøe, býráðslimur, helt Grækarismessurøðuna hendan dagin.
Í røðuni tosaði hann um várið og tjaldrið, sum bæði hoyra saman. Um hvussu veturin missur takið, og ljósa varið og livandi tjaldrið koma at eyðkenna komandi tíðina.
- Óansæð, hvar vit standa í nútíðar meldrinum og hvat vit hugsa, so ynskja vit í okkara hjørtum tjaldrinum vælkomnum, segði Rani.
Eisini legði Rani í røðuni stóran dent á frælsi. Hann tosaði um Nólsoyar Páll, og um, hvat rørdist í tíðini tá á sinni.
Síðani tosaði hann um kreppuna síðst í áttatiárunum, og um, hvussu samfelagið stendur í menning í dag.
- Seinastu árini hevur føroyska fólkið bygt samfelag okkara uppaftur. Vit hava síðani kreppuna dugað betur at fiska, framleitt, selt og umsitið. Tí er støðið, vit standa á í dag, tað sunnasta og tryggasta, vit hava upplivað í okkara modernaðu tíð, segði Rani.
Rani Nolsøe endaði røðu sína soleiðis: Fyri meg ímyndar flytifuglurin frælsi. Frælsi at ferðast millum lond, at koma og fara. Tí skal mín heilsan til flytifuglin og tjaldið, tjóðfugl okkara, sum tann fyrsti at verða, at trúgva uppá frælsi !