Træta
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, Jógvan Nybo, sigur, at hann veit í løtuni ikki stórt meira enn tað, hann frættir í pressuni, um málið um maskinmenniniar við vaktar- og bjargingarskipunum.
?Eg havi bara hoyrt í Útvarpinum, at leiðarin á Vaktar- og Bjargingartænastuni skuldi hava fund við maskinmenninar. Meira nýtt veit eg í løtuni ikki um hatta málið, segði Jógvan Nybo, tá Sosialurin tosaði við hann, áðrenn blaðið fór ti prentingar.
Biðin um viðmerkingar til tað, leiðarin á Vaktar- og Bjargingartænastuni segði um undantaksloyvi til maskinmenninar, vísti hann til tíðinadskriv, sum Maskinmeistarafelgið sendi út, og sum er prentað aðrastaðni í blaðnum i dag.
Jógvan Nybo segði seg hava skilt, at nú høvdu helst teir flestu, ella allir teir, sum søktu størvini við vakrar- og bargingarskipunum, tikið umsóknir sínar aftur. Men um tað merkir, at teir, sum sagt hava upp, fáa størvini aftur, visti hann ikki at siga. Hann bíðaði eftir, at tann fráboði fundurin millum stovnsleiðaran og maskinmenninar hevði verið.
Formaðurin i Maskinmeistarafelgnum vil ikki gera viðmerkingar til, um talan er um menn, sum eru limir í Maskinmeistarafelgnum, ið hava søkt størvini umborð á vaktar- og bjargingarskipunum, og hvat í so fall fer at henda við limaskapi teirra, tá teir hava sett seg í móti ynski felagsins um, at limir í Maskinmeistarafelagnum ikki skuldu søkja hasi størvini.
Hann sigur seg bert vita, at talan er um føroyingar, og at nakrir teirra helst eru limir í Maskinmeistarafelagnum.
Tað var ikki gjørdligt at fáa viðmerking frá Elmari Højgaard, leiðara á Vaktar- og Bjargingartænastuni, áðrenn blaðið fór til prentingar.