Eftir at semingsmenninir í gjár eftir døgurða høvdu havt partarnar saman í eitt samdøgur á Hotel Føroyum, var lítið at frætta frá samráðingunum.
Bert semingsmenninir úttala seg undir samráðingunum, og teir gingu í gjár millum partarnar.
Allan Skaalum, ið saman við Rúna Heinesen er semingsmaður, segði eftir døgurða í gjár, at hetta verður óivað eitt longri umfar. Hann væntaði, at teir høvdu nógv fyri framman, men segði eisini, at orsøk var at halda fram.
Partarnir hava saman við semingsmonnunum tikið upp samansetingina av uppgávum hjá einum fólkaskúlalærara og tað, ið nýggja lógin krevur. Hetta er prinsippmál hjá báðum pørtum, har tey eru ójøvn á máli. Allan Skaalum helt í gjár, at tað gekk rætta vegin, men væntaði ikki at koma við semingsuppskoti í gjár.










