Sjálvt um løgmaður í ólavsøkurøðu síni boðaði frá, at pensjónsmáliið verður lagt fyri tingið í heyst, so er tað ikki nógv almenningur hevur fingið at vita um nýggju skipanina.
Enn vita vit heldur onki um, hvørt andstøðuflokkarnir farra at tak aundir við nýggju skipanini.
Í tí, sum fylgir við ólavsøkurøðuni stendur um pensjónsnýskipanina:
"Samgongan hevur sett sær fyri at tryggja øllum føroyingum eina góða pensjón nú og framyvir.
Fyri at leggja búskaparligar lunnar undir vælferðarsamfelagið framyvir, er neyðugt at fremja eina varandi nýskipan av pensjónsøkinum í Føroyum.
Nýggja pensjónsskipanin skal tryggja øllum eina góða pensjón, eggja pensjónistum at arbeiða og styrkja búskaparliga haldførið. Arbeiðið við pensjónsnýskipanini er nú komið so mikið áleiðis, at lógaruppskotini verða løgd fyri Løgtingið tíðliga í heyst.
Pensjónsnýskipanin kemur at hava við sær broytingar í lógum og kunngerðum á økinum hjá bæði landsstýrismanninum í almannamálum og landsstýrismanninum í fíggjarmálum"
Amdstøðuflokkarnir hava onki sagt um, at teir fara at taka undir við uppskotinum um nýggja pensjónsskipan.