Álítandi samstarvsfelagi á fakliga høgum støði

Aðalmálið hjá Samskip er at veita viðskiftafólki heildarloysnir innan flutning á altjóða støði, sum liva fult upp til krav viðskiftafólksins

Samskip

Tann 1. apríl í ár var eitt ár liðið, síðan flutningsfelagið, Samskip, sum er stovnað í Íslandi í 1990, setti á stovn deild í Føroyum.
Føroyski parturin av virkseminum hjá felagnum byrjaði í Klaksvík, haðani siglt verður til Immingham í Bretlandi og Rotterdam í Hálandi og síðan umvegis Reykjavík og Reyðarfjarðar aftur til Klaksvíkar.
Henda farleiðin er álitið hjá felagnum, tá ið ræður um útflutning. Rutan gongur beinleiðis inn í ?hjartað? á Bretlandi og niður til Rotterdam, sum er miðstøð fyri farmi í Evropu.
Í oktober í fjør setti Samskip á stovn skrivstovu í Havn, sum er Yviri við Strond, og í desember fór felagið undir nýggja farleið, sum er ein ruta millum Miðevropu og Skandinaviu og Kollafjørð.
Nú felagið hevur virkað í Føroyum í stívliga eitt ár, er Samskip væl nøgt við gongdina hesa tíðina.

Flutningstænastur
Aðalmálið hjá Samskip er at veita viðskiftafólki heildarloysnir innan flutning á altjóða støði, sum liva fult upp til krav viðskiftafólksins.
Felagið hevur bygt upp heildartænastu innan flutning, vørustýring og vøruavgreiðslu, innanlands eins væl og uttanlands.
Samskip bjóðar viðskiftafólki flutning kring allan heim, goymslu og ráðgeving. Felagið ynskir, at viðskiftafólk skulu uppliva fyritøkuna sum ein álítandi samstarvsfelaga, sum á einum fakliga høgum støði kann veita eina heildarflutningstænastu.
Felagið bjóðar tænastu innan flytigóðs, bæði til og úr Føroyum og bjóðar eisini tænastu frá hurð hjá sendara til hurð hjá móttakara - hvar enn í heiminum, tað er.
Flytigóðs kann sendast við Samskip í heilum bingjum, sum eru 20 ella 40 fót ella sum leyst góðs.