Tey sum fáast við at framleiða og selja fisk og alilaks eru í einum sera umskiftiligum umhvørvi. Marknaðurin broytist alla tíðina, og tí kunnu álítandi og fesk hagtøl vera gull verd, tí tey gera tað lættari at taka rættar avgerðir.
Ásannandi hetta, og at almennu hagtøluni ikki koma fyrr enn mánaðar aftaná, hevur Havbúnaðarfelagið skipa egna innsavnan av nøkrum lyklatølum hvørja viku. Tølini verða viðgjørd í Vinnuhúsinum og verða send út aftur til limirnar.
Góð 26 tons
Innsavnað verða tøl fyri framleiðslu nøgdir frá slátur- og framleiðsluvirkjunum, støddarbýti, góðsku v.m.
Tað er nú ein mánað síðan byrja var at savna tølini inn, og hyggja vit aftur á hesar 4 vikurnar, sær tað soleiðis út:
Innkomnu tølini vísa eisini eina samlaða nøgd uppá 26,670 tons. (kruvd vekt) pr. 7. november 1999.