TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Rannvá B. Andreasen (KÍ) og Sølvi Vatnhamar vóru kunngjørd at verða ársins spælarar í føroyskum fótbólti í 2016.
Hoyr eisini samrøðuna André Olsen hevði við tey bæði. Rannvá B. Andreasen staðfesti, at tað hevur gingið væl hjá henni og liðfeløgunum, sum nú hava vunnið FM-gull 17 ár á rað.
Sølvi Vatnhamar helt, at tað kann ikki gerast nógv størri enn at gerast ársins spælari. Hann er sera fegin um stuðulin hann fær frá baklandi sínum nú hann fæst so nógv við fótbólt.