Løtan í Hólmanum verður søgulig

Felags fyri EB/Streym og B36 er, at nógv líkist sær sjálvum, sum tað var í fjør

Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður tað seinnapartin landskappingardystur í fremstu deildini hjá monnum á Hólmanum á Eiði.

Meistaraliðið hjá kvinnunum í EBS/Skála spældi í fjør nakrar ferðir í Hólmanum. Í dag verður B36 gestur hjá EB/Streymi, og dysturin verður í Hólmanum og ikki við Margáir, har liðið síðani 2007 hevur spælt heimadystirnar.

Eftir trý ár í útlegd er Hans Pauli Samuelsen aftur í EB/Streymi. Merkisvert er tað, at hann hesi trý árini hevur verið við til at vinna trý FM heiti – í B36 og so tvær ferðir í Víkingi.

-Støðan minnir nógv um hana fyrst í øldini, tá ið nýtt lið varð myndað. Málið er at vinna fleiri stig enn í fjør. So fæst at síggja, hvussu langt fram á støðutalvuna vit røkka, sigur Hans Pauli Samuelsen.

Í fjør var B36 tvær ferðir gestur hjá EB/Streymi. Í fyrra førinum endaði tað málleyst, meðan B36 vann seinna dystin 2-1.

Fleiri spælarar eru skaddir, ivasamir og leikbannaðir hjá EB/Streymi:

Jóhannes Hansen er langtíðarskaddur í knænum.

Marni Djurhuus er darvaður av vøddaskaða.

Ari Ó. Ellingsgaard er leikbannaður í tríggjar dystir.

Hans Pauli Samuelsen er knæskaddur og so er tað ivasamt, um Arnbjørn Hansen verður førur fyri at spæla. Hann er darvaður av skaða í hælinum.

 

Hjá B36 snýr tað seg um at fáa meiri úrtøku úr fyrstu umførunum enn í fjør, tá ið tað í fyrstu fimm umførunum endaði við einum tapi og fýra javnleikum.

-Um allir eru tøkir,so eru møguleikarnir góðir, og tað eigur eisini at ganga, hóast onkrir ikki eru tøkir. Nógv er, sum tað var í fjør. Í álopinum er stóri spurningurin, um Kalmar Saag, sum hevur víst seg at vera góður spælari, beinanvegin fer at megna leiklutin, sum er opin, eftir at Patrik Johannesen flutti til Noregs, sigur B36 miðverjin og liðformaðurin Odmar Færø.

Christian R. Mouritsen plágaður av skaða í fótinum, og tískil er tað ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla.