Liam varð føddur júst 10 ár eftir, at the Beatles hevði verið í studio til upptøkurnar av Love me do, sum var fyrsta íkastið frá the Fab Four til tónleikin, men tað lá tó ikki í kortunum, at tað var innan tónleikin, at Liam skuldi gerast kendur.
Heimið var ófriðarligt, og tá Liam var 10 ára gamal hevði mamman fingið nóg mikið av harðliga pápanum, og saman við eldru beiggjunum, Paul og Noel mátti Liam venja seg við eina nýggja tilveru sum skilnaðarbarn. Hetta var tó alt annað enn lætt, og sum 15 ára gamal varð Liam tveittur úr skúlanum, tá lærararnir ikki longur vildu vera vitni til bardagarnar, sum hann støðugt var partur av.
Tað var ikki fyrr enn sum unglingi, at Liam kom eftir, at hann hevði serliga tónleikagávur. Og eftir hetta lurtaði hann støðugt eftir bólkum sum The Stone Roses, The Who, The Kinks, The Jam, T.Rex og – ikki minst – The Beatles. Serliga hevði hann als til John Lennon, og sjálvur hevði Liam sagt seg vera eina reinkarnatión av Lennon – sum tó ikki doyði, fyrr enn átta ár eftir, at Liam varð borin í heim.
Rakti toppin
Tá Liam gjørdist partur av The Rain, var heldur ikki tað nógva, sum bendi á, at talan var um komandi stórbólk. Saman við Paul Arthurs skrivaði hann tað nógva av tónleikinum hjá bólkinum, men tað var ikki, fyrr enn eldri beiggi Liam’s, Noel, gjørdist sangskrivari, at verulig ferð kom á. Og sjálvur hevur Liam í onkrari óvanliga bleytari løtu viðgingið, at tónleikurin, sum varð skrivaður fyrstu árini, var út av lagi vánaligur.
Saman við Noel megnaði bólkurin tó at fáa plátusáttmála, og so er restin at kalla søga. Definitely Maybe gjørdist skjótast seljandi debut-útgávan í bretskari tónleikasøgu. Røddin hjá Liam varð róst til skýggja, og hartil hevði hann eina útstráling, sum dróg túsundtals fjepparar til live-framførslurnar hjá bólkinum. Og næsta útgávan, (What’s the Story) Morning Glory?, vann sær status sum trið-mest seljandi útgávan í Onglandi nakrantíð.
Karismatiska persónligheitin var tó ikki bert til tað betra. Ensku tabloid-miðlarnir høvdu úr at gera við at skriva síðu upp og niður um rúsevnisnýtsluna hjá Liam og um atburð hansara sum heild.
Og har var nóg mikið at skriva um. Fleiri ferðir fóru teir báðir Gallagher-brøðurnir til hendurs. Ta einu ferðina segði Liam seg ikki kunna syngja á MTV, tí hann hevði ilt í hálsinum, tó at veruleikin helst var onkur onnur sjúka. Hann tømdi ein eldsløkkjara í andlitið á Paul Gascoigne, og tá hann á sinni fekk bann fyri at flúgva við Cathay Pacific, eftir at hava barst umborð á einum flogfari, segði hann bara, at so mátti hann heldur ganga tvørtur um Australia.
Samstundis kappaðist Oasis um stóru yvirskriftirnar við Blur, og saman vóru tey bæði orkestrini ímyndin av nýggju Britpop-rørsluni. Ta einu ferðina góvu tey bæði orkestrini enntá út single-plátu sama dag. Tann tvídystin vann Blur, sum við Country House seldi 274.000 eintøk fyrstu vikuna mótvegis teimum 216.000, sum Roll with it seldi. Men samanlagt gjøgnum 90’ini var Oasis stóra navnið. Triða útgávan, Be Here Now gjørdist nýggjur enskur metseljari, og hóast tað skjótt bert vóru teir báðir Gallagher, sum vóru eftir av upprunamanningini, hildu teir fast um stóra fjepparaskarðan. Ikki minst, tí røddin hjá Liam er og verður nakað serligt. Nakað sum eisini verður staðfest av Q-magazine, sum hevði Liam á 11. plássinum á yvirlitinum yvir bestu songrøddir nakrantíð.
Ikki vaksin
Bardagarnir við beiggjan gjørdust at enda ov nógvir, og síðani 2009 hevur Liam verið partur av Beady Eye, sum roynir at sláa sítt navn fast innan rock-tónleikin. Fleiri vilja vera við, at Liam í dag er eins góður, sum hann var, tá hann toppaði við (What’s the Story) Morning Glory, men enn hevur bólkurin ikki vunnið seg í nær námind teimum sølutølum, sum Oasis stóð fyri.
Men framvegis finnur Liam Gallagher finnur vegin til yvirskriftirnar. Ólátaði tannáringurin verður kanska 40 ár í dag. Men tey fæstu munnu halda, at hann er vorðin vaksin fyri tað.