Føroya rættur hevur í morgin viðgjørt málið móti 53 ára gamla klaksvíkingum, sum handtikin varð 14. januar og skuldsettur fyri at hava selt rúsevni Tá varð húsarannsókn eisini gjørd heima hjá manninum.
Ein ungur maður fekk fyri tveimum vikum síðan dóm fyri at hava keypt hassj frá klaksvíkinginum.
Klaksvíkingurin varð tikin í oktober í fjør eftir at vera komin við flogfarinum úr Danmark við 156 grammum av hassji og fýra grammum av amfetamini uppi á sær.
Tað var alt til egna nýtslu, segði tann ákærdi.
So er hann ákærdur fyri síðan fleiri ferðir at hava útvegað hassj til tann unga mannin og selt til onnur eisini. Nakrar ungar gentur høvdu fingið hassj frá honum.
Hassjinum fekk hann hendur á í Havn, segði hann.
Ákærin kravdi mannin dømdan minst átta mánaða fongsulsrevsing, tí handlarnir vóru fleiri, og tí hann hevði latið ómyndugar gentur fáa hassj frá sær.
Verjin helt seks mánaða fongsrevsing vera nóg mikið. Aftaná rættarfundin varð maðurin latin leysur.