Læt genturnar verða eftir á Korsika

Nógv bendir á, at pápi tvíburarsystrarnar Alessia og Livia, sum løgreglan í Fraklandi, Italia og Sveis leitar eftir, fór frá gentunum á oynni Korsika. Løgreglan veit, at tann 43 ára gamli pápin, Matthias Kaspar Schepp, fór til Korsika við gentunum, og í gjár greiddu vitni fronsku løgregluni frá, at pápin var einsamallur, tá hann fór aftur til Fraklands.

Løgreglan hevur leitað eftir teimum báðum seks ára gomlu gentunum síðani tann 30. januar, tá pápin skuldi koma aftur til mammuna í Sveis við Alessia og Livia. Í síðstu viku beindi pápin fyri sær við at leypa fyri eitt tok í Italia.

Sveisisku myndugleikarnir siga, at pápin hevur havt trupulleikar við tunglyndi, síðani hann og mamma genturnar blivu skild.