– Nú eru vit nógvir komnir niðri frá, og vit eru svangir nú vit eru komnir heim. Ja, allir eru svangir og uppsettir. Tað sigur Súni Olsen, sum loksins er við aftur á landsliðnum.
Hann hevur verið úti við skaða í sjey mánaðir við trupulleikum í lærkrikanum.
Um vikuskiftið spældi hann á næstbesta liðnum hjá AaB. Hann spældi mitt í miðjuni og var nógv tann besti maðurin á vøllinum.
– Eg eri hampiliga væl fyri og formurin er tætt 100%, sigur Súni Olsen og játtar flennandi, at lærkrikin nokk skal halda til eitt skot, um hann kemur í skotstøðu.
Vantandi virðing
Súni Olsen er saman við útsetunum Andrew av Fløtum og Jón Róa Jacobsen við aftur á landsliðnum. Hetta styrkir munandi um føroyska liðið, og Súni metir sjálvur, at teir kunnu geva liðnum eina breidd, sum møguliga hevur vanta í hinum dystunum.
– Vit hava spælt fleiri dystir á høgum støði, og tað kann hava nógv at siga í slíkum dystum, metir Súni Olsen, sum hevur góðar vónir til dystin leygardagin.
– Vónirnar eru góðar. Vit hava heimavøll, og teir koma til landið bara 20 tímar áðrenn dystin. Tað kundi verið eitt tekin um, at virðingin fyri okkum ikki er tann stóra, sigur Súni Olsen, ið heldur, at landsliðið eigur at gera sær dælt av hesum.










