EB/Streymur fekk ikki tað úrslitið í útidystinum í Georgia, sum vónir kanska vóru um. Liðið tapti 6-1 á útivølli eftir at hava verið aftanfyri 2-1 í steðginum.
Longu áðrenn farið var avstað, var greitt, at talan var um eitt sterkt mótstøðulið, og tað vístu leikararnir hjá FC Dinamo Tblisi eisini. Serliga í seinna parti av seinna hálvleiki gekk heilt av skriðuni hjá føroysku meistaraliðnum, sum upp á níggju minuttir lat fýra mál inn.
Føroyameistararnir vóru tó ikki heilt fyri einki, tí teir fingu eitt mál, men teir gjørdu tað kortini ikki sjálvir. Tað skoraði Darko Glisic í egið mál, tríggjar minuttir fyri hálvleik. Málið hjá føroyameistarunum kom tveir minuttir eftir, at Dinamo Tblisi hevði lagt seg á odda, og tí var ein vón um eitt gott úrslit eftir fyrsta hálvleik.
Men bara tveir minuttir eftir útjavnandi føroyska málið skoraði Tblisi aftur til 2-1, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki helt henda støðan sær til 72 minuttir vóru leiktir, og tá skrædnaði í føroysku verjuni. Tí tríggjar minuttir seinni skoraðu vertirnir aftur, og aftur tá 77 minuttir vóru farnir og so aftur til endaliga úrslitið tá 81 minuttir vóru spældir. Tá skoraðu vertirnir til 6-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið
Portal.fo hevur tosað við Sofus Debes Johannesen, sum er staddur í Georgia, og hann slær fast, at tað allan vegin ígjøgnum var talan um klassamun.
- Leikararnir hjá Dinamo Tblisi eru nógv betri enn okkara, og teir spæla til tíðir øgiliga væl. Tí er sigurin væl og virðiliga uppiborin, sigur Sofus Debes Johannesen.
Tí er meira enn sannlíkt, at annað innleiðandi umfar er endastøðin hjá EB/Streymi hesaferð.
FC Dinamo Tblisi - EB/Streymur 6-1 (2-1)
40.: 1-0 Ustaritz
42.: 1-1 Darko Glisic, sjm.
45.: 2-1 Jaba Dvali
72.: 3-1 Elguja Grigalashvili
75.: 4-1 Xisco
77.: 5-1 Djilli Vouho
81.: 6-1 Djilli Vouho
Kelda: Livescore Addicts










