Lýsingin neyv og djúp

Egon Hansen er nólsoyingur og uppvaksin í oynni. Hann hevði leitað sær til Nólsoyar hetta kvøldið, og hann var ógvuliga bergtikin av fyrilestrinum hjá Randi Ward

Ein av fróðarmonnunum, Nólsoy hevur fostrað, er Egon Hansen. Egon er kendur fyri millum annað at hava skrivað bókina um kirkjuna í Nólsoy, »Kirkjan á tanganum«.

Í dag býr Egon Hansen í Havn, og hann var ein av teimum um fimtan fólkunum, ið høvdu lagt leiðina til Nólsoyar fríggjakvøldið at lurta eftir fyrilestrinum hjá Randi Ward. Og hann var avgjørt væl nøgdur, tá vit hittu hann eftir fyrilesturin.

Egon Hansen sigur, at Randi í sínum fyrilestri nam við viðurskifti, hann ikki væntaði, at hon fór at umrøða.

- Eg væntaði, at hon fór at lýsa Vinu, sum eina vanliga fiskimannakonu við kúgv í kjallaranum. Men lýsingin var nógva meira neyv og djúp. Hon lýsti Vinu sum eina sálarsterka og sera raska kvinnu, sum hevur verið ígjøgnum nógv í lívinum, bæði gleði, stríð og sorg. Tá ið stríðið var mest og sorgin størst, fekk hon hjálpandi hond, segði Egon Hansen.

 

Blíð og lættsint

Vina hevur verið ein útatvend kvinna, blíð og lættsint. Hon hevur ikki sæð myrkt upp á tilveruna og hevur hetta ivaleyst havt sín týdning fyri, at hon hevur megnað alt tað, hon hevur verið ígjøgnum. Vina læt seg ongantíð sláa út, men dugdi at »takla« tingini, tá tey komu.

Egon sigur, at hon er umtókt og er fólkakær. Tað sigur eisini nakað um Vinu, at hon tók sær av Pobbalenu, ið var systkinabarn til Martin bónda, sum aftur var abbi Vinu.

- Eg má siga, at hóast eg eri uppvaksin í Nólsoy, hevði eg ikki ímyndað mær hesa síðuna av Vinu. Frásøgnin hjá Randi prógvar, at Vina var ein sterk kvinna – bæði til likams og sálar, segði Egon Hansen.