At finna ta røttu kvinnuna verður neyvan lættari við árunum. Men at lýsa eftir unnustu á einum býbussi í Havnini, bert tí at árini eru vorðin tredivu í tali, kann kortini tykjast í so nógv avgjørt.
Tað munnu starvsfólkini á lýsingavirkinum team85 tó ikki hava hildið, tá tey fríggjamorgunin byrjaðu eina uttandura lýsingaherferð fyri at veita starvsfelaga sínum eina hjálpandi hond á tredivu ára degnum.
Umframt bussin á myndini vóru tvey av føstu lýsingaskeltunum í býnum eisini brúkt til at finna hesum piparsveininum dreymakvinnuna, ið sambært lýsingini kann bjóða seg fram við at skriva til hoegni30@hotmail.com