TB-KÍ
Eitt stig var at liva við. Tann hugburðurin tóktist at gerast alt meiri ráðandi, sum seinna umfarið leið í nógva vindinum á Sevmýri.
Í síðstu løtu var kortini um reppið, at KÍ fór við øllum. Ovi Nysted hevði fína frísparksroynd úti frá, sum frágera góði TB málverjin, Predrag Markovic, bjargaði stak væl, og Høgni Madsen smekkaði til úti frá og undan vindinum, men bólturin fór dygst skeivu megin stólpan.
Tvørámenn eru brandar til verjuspælið. Teir duga sera væl at skipa seg, og hóast mótstøðumenninir hava bóltin nógv, so tykist tað sum um, at tað er TB, sum ofta ger av, hvussu spælið skal ganga fyri seg.
Nýggi KÍ venjarin hevði broytt uppstilling. Í staðin fyri 4-4-2, sum liðið higartil hevur spælt, so vóru klaksvikingar í 4-3-3 uppstilling. Ovi Nysted var fluttur úr miðverjuni og í fremstu ódn. Í borðunum báðum vóru Arnhold Joensen og Heðin á Lakjuni, og so tóktist ætlanin at vera, at teir skuldu frá baklinjuni senda innlegg í høvdið á Ova og kanska í føturnar á Hjalgrím Elttør, sum aftur var á liðnum og hesa ferð var fremsti miðvallarin.
KÍ megnaði so at siga ikki at bróta ígjøgnum í borðunum. Teir royndu at finna hvønn annan úti á vøllinum, men tað endaði ofta við at høgar sendingar vórðu lagdar ímóti Ova Nysted, men hann hevði torførar treytir, tá ið tað vóru Óli Johannesen og Aca Petrovic, sum ansaðu honum og vendu rætta vegin.
Bara fyrra partin av fyrra umfarinum sást venjaraeffektin, sum tað plagar at verða nevnt, tá ið venjarin er útskiftur, og liðið fær nýggja innspræning. Tá vóru klaksvíkingar ágangandi, og TB var trýst.
Men so fótaði TB sær, og síðani gekk nógv tað mesta fyri seg eftir teirra treytum.
Tvørámenn høvdu tveir møguleikar, sum væl kundu havt borið mál við sær. Í fyrra førinum smekkaði Óli Johannesen fríspark undan vindinum. Bólturin brast í tværtræið, áðrenn hann stakk út aftur í spælið.
Í seinna førinum varð Olivur Abrahamsen, sum hesa ferð var annar av álopsspælarunum, spældur leysur innanfyri KÍ verjuna. Hann setti ferð á og royndi at lyfta upp um KÍ málverjan, sum var komin nakað út úr málinum, men Karstin Joensen fekk akkurát ytsta lið á fingrunum á bóltin og vardi soleiðis fyri.
Tunnir frameftir
TB hevði vindin ímóti eftir steðgin. Tá sýndu teir betri spæl, enn teir høvdu gjørt undan vindinum. Men trupulleikin hjá tvørámonnum er, at teir hava ikki ta álopstyngdina, sum skal til fyri at skapa møguleikar og harvið at fáa mál.
Tað er ógvuliga stórur saknur, at Daniel Nyarko framvegis er knæskaddur. Hann var ætlaður at eiga berandi leiklut á sentrala miðvøllinum. Tað var Alexander Jovevic eisini ætlaður at gera. Hann hevur leingi verið skaddur, men sunnudagin spældi hann seinna partin av seinna umfarinum, og nú verður vónað, at hann fer at vera tøkur næstu dagarnar, tá ið stóru uppgávurnar fara at vera á skránni.
Málið, sum skuldi til fyri at lætta um føstu bindingarnar, kom ongantíð á Sevmýri, og sum 2. hálvleikur leið lækkaði ferðin, og tað tóktist sum um, at báðir partar vóru nøgdir við at fáa í hvussu so er eitt stig í úrtøku.