Ein týskur forritari, mistonktur fyri at hava gjørt Sasser-ormin, sum smittaði fleiri milljónir teldur, er handtikin í Rotenburg norðraliga í Týsklandi, sigur ein talsmaður hjá týsku løgregluni.
Gjøgnum ónevndar áheitanir fekk Microsoft ferilin av, hvør upphavsmaðurin til Sasser-ormin var. Fytritøkan vendi sær til til FBI og týsku løgregluna, sum saman funnu fram til mannin.
18 ára gamli maðurin hevur viðgingið, at tað var hann, sum gjørdi sær dælt av einum programfeili hjá Microsoft og gjørdi ormin, sum hevur verið atvoldin til stórar trupulleikar um allan heim.
Sasser-ormurin fór í álop 1. mai og minni enn eina viku seinni, hevði hann smittað fleiri enn 18 milljónir teldur um allan knøttin.
Hesini ormurin er sera lúrin. Hann kemur nevniliga ikki inn á telduna, sum vanligt sum viðheftur fílur, men leitar sær inn á telduna, bara hon er á alnetinum.
Kelda: Politikken









