Lýsa nú eftir aðalstjórum

Løgmansskrivstoan søkir nú eftir aðalstjórum til Vinnu­mál­a­ráðið og Fí­g­g­j­ar­mál­a­ráð­ið.??

Aðalstjórin er ovasti ráðgevi hjá lands­stýr­is­manninum og hev­ur eitt nú ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menn­ingini og rakstrinum av stjórn­ar­ráð­num.??
Stór krøv eru til førleikarnar hjá að­al­stjór­u­num. Talan er um kand­i­dat­út­búgv­ing frá lærd­um há­skúla, týðandi leiðslu­roynd­ir, góðar leiðslu­før­lei­kar og góð­ar sam­skift­isfør­leik­ar. ??Umsóknarfreistin er 3. sep­tem­ber. Løgmaður setur størv­ini í samráð við avvarðandi lands­stýr­is­mann.??Størvini verða sett frá 1. desember 2012 ella eft­ir nærri avtalu.