Lýsa longu við ókeypis koyring

Hóast hálvur annar mánaður er eftir, hevur Handilsfelagið í býnum longu boðað degnum, tá ókeypis koyring verður aftur gjøgnum Norðoyatunnilin.

Leygardagin 10. mars verður aftur høvið til hetta, og tá plaga handlarnir í Klaksvík rættiliga at gera seg út til innrásina av fólki úr øllum landinum.
Í Klaksvíkar Handilsfelagi eru omanfyri 50 handlar og fyritøkur.