Stjórnin í Sýrialandi kjunngjørdi í dag, at stjórnarherurin hevur vunnið bardagan við uppreistrarmenninar. Samstundis boðaði stjórnin frá, at hon tekur undir við friðarætlanini, sum ST og Arabiska Samgonagn hava lagt fram.
Kunngerðin frá stjórnini merkir ikki, at stjórnarherurin gevst við sínum átøkum. Talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum í Damaskus segði seinnapartin, at herurin fer at halda fram við sínum átøkum, til viðurskiftini eru trygg í teimum býum, sum bardagar hava verið í. Franska tíðindastovan skrivaði seinnapartin, at fleiri brestir vóru at hoyra í býnum Homs.
Uppreistrarmenninir leggja eftir øllum at døma ikki stórvegis týdning í kunngerðina frá stjórnini um, at kríggið er liðugt. Tvørturímóti bóðu teir í dag onnur lond um vápn til bardagan.