Kirkjumál
Lýst verður av nýggjum eftir presti til Hvalvíkar. Ov fáar umsóknir komu inn, tá lýst varð fyrru ferð.
Hans Jacob Joensen, biskupur, sigur, at kirkjuráðini í Norðurstreymoy eru vorðin samd um onga innstilling at gera til prestastarvið í Norðurstreymoy.
Tað komu tvær umsóknir, tá starvið varð lýst leyst. Ein føroysk og ein útlendsk.
Við aðrari umsóknini vóru onkur fyrvarni, og varð tí hildið frægast at royna at fáa fleiri umsóknir, og tí er gjørt av at lýsa av nýggjum, sigur biskupur.
Eisini í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi hevur verið lýst eftir presti. Talan er um eitt hjálparprestastarv, sum skal setast fyri í minsta lagi eitt ár. Hetta er fulltíðarstarv.
Presturin, sum var í hjálparprestastarvinum, undan tí, sum nú skal setast, var starvsettur hálva tíð.
Tað kom ein umsókn til hetta starvið, sigur biskupur, og kirkjuráðini hava gjørt av at instilla viðkomandi, sum væntandi verður settur í starvið.