Nær byrjaði tú at læra?
- Eg byrjaði at læra her í septembur 2009, so eg havi verið her í hálvtannað ár. Eg var útlærd sum sjúkrarøktarfrøðingur hjá Hovedstadens Sygehusfællesskab í mai mánaði 2003, og havi eg starvast sum sjúkrasystir á intensivu deild á Landssjúkrahúsinum. Men eg havi eisini arbeitt hjá G & S fyrr sum avloysari í ferium og líknandi, so arbeiðið á skrivstovuni var ikki fremmant fyri meg, tá eg byrjaði í læru. Haraftrat havi eg lokið HH-prógv.
Hví arbeiðir tú á eini skrivstovu og ikki eini deild?
- Eg eri einlig mamma við tveimum børnum, og tá er ringt at fáa tær skiftandi arbeiðstíðirnar á eini deild á einum sjúkrahúsi at passa saman við einum húsarhaldi. Eitt nú er eingin barnaansing um kvøldið og um vikuskiftið. Tá eitt skrivstovufólk fór í farloyvi, fekk eg arbeiði her sum skrivstovulærlingur. Her eru eisini meiri hóskandi arbeiðstíðir - eg møti klokkan 9:00 og fari til hús aftur klokkan 16:30.
Hvat gert tú á skrivstovuni?
- Tað er ein øgilig rúgva av føstum uppgávum hvønn einasta dag á eini skrivstovu sum hesari. Eg havi eisini við søluna av íbúðum og raðhúsum okkara í Maritugøtu í Hoyvík at gera, og taki mær av teimum ymisku fyrispurningunum frá fólki í hesum sambandi. Annars er hetta arbeiðið neyvan so nógv øðrvísi enn á øðrum skrivstovum, við avgreiðslu, bókhaldi og øðrum ið hartil hoyrir.








