Talið á nýggjum lærlingasáttmálum er minkað við meira enn einari helvt eftir einum ári. Bert 44 nýggir lærlingasáttmálar eru gjørdir higartil í ár Alt færri lærlingar verða tiknir inn í føroyskum vinnulívi.
Fyrsta ársfjórðingin í ár vóru 44 nýggir lærlingasáttmálar skrivaðir, og tað var minni enn ein helvt av talinum í fjør.
Í 2007 vóru 103 lærlingasáttmálar gjørdir fyrsta ársfjórðingin, í fjør var talið 95, men í ár eru bert 44 lærlingasáttmálar skrásettir hjá Yrkisdeplinum.