Lærlingar stovna entreprenørfyritøku

- Eg keypti mína maskinu í 2014, og stutt eftir keypti beiggi mín sína, sigur 22 ára gamli, Kristian Martin Juul á Eiði.

Brøðurnir á Eiði, Kristian Martin Juul (22) og Jóan Pauli Juul (26), sum báðir eru í læru sum maskinsmiðir, fóru í fjør heyst í holt við egna fyritøku, sum teir rópa Juul Grevstur.

 

Kristian Martin er í læru hjá Peturi Larsen í Fuglafirði, og Jóan Pauli er í læru hjá KJ á Kambsdali.

 

Í fyritøkuni hava teir tvær gravmaskinur - eina, sum er 1,5 tons og eina, sum er 4,5 tons og hevur brekkara. Teir hava eisini ein 11 tons stóran lastbil við krana.

 

- Eg keypti mína maskinu í 2014, og stutt eftir keypti beiggi mín sína. Lastbilin keyptu vit í juni í fjør, sigur Kristian Martin Juul, sum Vikublaðið, sum varð borið í hvørt hús í dag, hevur skift orð við.

 

Hann vísir á, at teimum hevur altíð dámt væl at skrúva, og tað er helst eisini orsøkin til, at teir báðir eru í læru sum maskinsmiðir.

 

- Nú vit eru í læru, arbeiða vit mest eftir vanliga arbeiðstíð, um kvøldarnar og um vikuskiftið, sigur 22 ára gamli eiðisdrongurin, Kristian Martin Juul.