Lýrin hjá Orfeus

? Nick Cave útgivið eina vánaliga dupulta plátu

"She moves among the sparrows
And she walks across the sea
She moves among the flowers
And she moves something deep indise of me (?)"
"Nature Boy"
???????
Ummæli
Kim Simonsen
???????

Nick Cave megnar ikki at halda støðið sum á gomlu plátunum. Cave ger í dag tónleik um kærleika uttan at hava nakað at siga, eftir er bert ljóðið av gomlum hjartasorgum, ið hann enn ber í barmi. Tað ljóðar sum ein klisje, men Cave er í dag alt ov eydnuríkur, hann er endaður sum ein croonari, ein annar Elvis, ið endaði við at syngja opera.

Tað er eitt kent tema innan alla list, at listafólk eru noydd at velja millum listina ella lívið. Tey, sum velja listina velja ofta kaos og genialitet, hini velja lívið og venda listini lívið. Cave hevur verið eitt kaosmenniskja í meiri enn tjúgu ár, hann var í góð tjúgu ár misnýtari av heroin. Tað var hesi árini hann skrivaði teir bestu sangirnar, ið hann framførdi við bólkinum "The Bad Seeds". Nú hevur hann fingið konu, børn og er trúgvandi. Hetta er gott fyri menniskja Cave, men listamaðurin hevur minni og minni at siga. Sama søgan er galdani fyri David Bowie, ið gjørdi sínar bestu plátur í 1970inum og 1980inum, tá hann livdi eitt garvilt lív og ikki sá dagsins ljós í eini tjúgu ár.
Mr. Sadness
Hvat er ein hjartasorg uttan Nick Cavesa svørtu myrkoygdu gomlu balladur: "I Let Love In", "West Country Girl", "People Ain´t No Good", "Sad Waters", "Love Letter" og "Far From Me" - hetta eru kærleikssangir, ið byrja har sum: "gátufulli longsulin í sálini, og í kensluni at okkara lív í hugaheimi okkara er íblásturin og har harmasangurin nørist fyri kærleikssangin" hevur Cave sakt. Og víðari, at: "Kærleikssangurin er føddur inn í ein heim merktan av tí óskynsama, tí absurda, tí burturhugaða, tí melankolska, trásetta og svaka". Cave er tó viknaður í seinastuni, er for eyðnuríkur helst. Fyrra plátan "Nocturama" er ikki so góð, meðan "The Boatmans Call" enn er klassikarin.
Frá punk til blues og gospel
Fyrimyndirnar hjá Nick Cave er serliga portugisisk yrking, latínamerikanskt pathos og Gamla Testamenti. Stundum er hann erkvisin, eymur, hveppin, alskin og sárur. Næstu løtuna lammiterar, garterar hann og leikar í sum eitt svakt í symbolskum og mytiskum undir-gangsbrølum. Røturnar hjá Cave er upprunaliga punktónleikurin, ið hann royndi seg við í áttatiárunum við orkestrinum The Birthday Party.
Hetta er so hin 13. plátan hjá Nick Cave sum solistur. Fá hava sum hann dugað at skriva um vakra og myrka kærleikan. Hansara privatlív er notoriskt kent. Seinastu 25 árini hevur hann livað eitt vilt og destruktivt lív. Men nú í nøkur ár hevur hann hildið seg frá narkotika. Hann er giftur, eigur børn og er róligari enn fyrr. Eitt enskt tónleikablað spáddi, at Nick Cave fór at vera hin næsti rokktónleikarin, ið endaði í grøvini. Hansara misnýtsla var so umfatandi, at bert Keith Richards úr Rolling Stones og Iggy Pop, hava verið so langt úti uttan at doyggja.
Cave er ein myrk útgáva av Bob Dylan, ein villmaður í mun til Neil Young. Av og á er hann eins originalur og Van Morrison. Hin vegin skrivar Dylan betri tekstir, Young ger betri løg og Van Morrison syngur fleiri ferðir betri enn Cave. Tom Waits er nógv betur enn Cave í nærum øllum, fyri ikki at tosa um Leonard Cohen, ið er nógv meiri originalir enn Cave, serligani sum yrkjari.
Sangir um morð, undirgang og sorg
Miðskeiðis í nítiárunum gjørdist Cave heimskendur við sínum myrku og melankolsku balladum, um farnan kærleika, longsul, deyða og sorg. Serliga: "Murder Ballads" plátan frá 1996 var eitt kommersielt frambrot fyri australska sangaran. Cave treivst tó ikki við hesum breiða fólks-liga undanvindi. Næsta plátan var ikki so væl dámd á t.d. MTV, men tað kom at vera hendan, kallað "The Boatmans Call" frá 1997, ið skapti virðing fyri Cave sum listamanni. Her vóru vakrir sangir sum "Lime Tree Arbor", "Far from me" og "People Ain´t No Good". Eini tvey ár eftir hetta gjørdi hann eina serliga útgávu av hesum songum kallað "The Secret Life of the Life Song", har hann samstundis hevði eina hugleiðing um kærleikssangin, um list, melankoli og hjartasorg. Cave hevur seinastu árini funnið okkurt serligt, ið vit sóu aftur í 2001 á plátuni: "No More Shall We Part", ið meiri var ein hálov-an av trúfesti og kærleikanum.
Heild ella spjaðing - líst ella lívið
At tosa um "heild" ella "spjaðing" er á ein hátt moralskt, kanska entá moralistiskt. Ónd list, svørt list, fólkamorð, fremmandagerðing, sjálvmorð, eksistensielt samanbrot hevur verið ein fastur fylgisveinur í list, ið hevur haft mín áhuga. Filmar, musikkur og alt mær dámar og fáist við fylgir hesum æstetikki. Modernað fotolist er t.d. melankolsk. Tað er ein stór tristessa í gomlum fotoalbummum, ið eingin kennist við. Hetta er momento mori. Skal eg úttala meg moralskt, metandi og vurderandi um modernismuan, er tað so, at tá hon er myrkast, vemmeligast, svartast, syrgiligast, mest spjødd og vandamikil og desperat, at hon vil siga tað sum er av størstum týðningi og er vakrast- tá elskar hon mest einstaklingin. Cave var einaferð ein partur av hesi hugmynd hjá mær, men á nýggju plártunum ljóðar Cave enn sum vit kenna hann, av og á við stillum klaverballadunum, har sjelloin og melankoliin bløðir niður eftir vegginum, men tekstirnir hava ikki sama harða, gotiska, grumma og ræðuliga lyndi yvir sær, meiri er tað sum ein tómleiki hevur yvirtikið, sum í allari symbolismu og seinroman-tikki. Kærleikssangirnir eru heldur ikki longur so syndarligir ella merktir av vanlukku og tí tragiska. Hesir vanta sorgarleikin, syndarligar lagnur og vanlukkustandin, ið kærleikin manar fram. Trúðfasti Cave tilhangarin vantar kanska júst hetta. Cave hevur funnið frið og er endaður við einum tryggum lívsgrundarlagi í einum kaotisk-um heimi, sum ein vernd og eitt skjól móti øllum tí ósikra og ótrygga.
Bargeld er farin og Cave er keðiligur
Bólkurin "The Bad Seeds" er samansettur av fólkum sum Mick Harvey, ið er eitt slag av kapelmeistara. Hetta er fyrsta plátan har guitaristurin frá "Einstürzende Neubautens" Blixa Bargeld ikki er við meiri.
Cave hevur altíð verið ein romantisk sál, ein myrkur melankolikari og ein sonn hetja fyri allar gothic fans. Hann er ávirkaður av blues, av gospel og av tónleiki frá Suðurstatunum í USA, sum Blind Lemon Jefferson, John Lee Hooker, Johnny Cash og Elvis Presley. Sjálvandi er Cave áhugaður í at skriva seg inní tónleikasøguna undir liðini á Dylan, Cash og Cohen, men eg haldi ikki at hann hevur formatið longur.
Seinni árini haldi eg at Cave er versnaður. Síðani plátuna "Nocturama" haldi eg at hann hevur einki at skriva um. Honum vantar at vera nívdur av sorg, hann sigur beinleiðis á einum sangi, at hann hevur einki at siga: "There She Goes, My Beautiful World (?) Me, I'm lying here with nothing in my ears. Me, I'm lying here for what seems years. I'm just lying on my bed with nothing in my head. Send that stuff on down to me."
Onkrir sangir eru tó vakir, sjálvt um nærum eingin tekstur er áhugaverdur. Cave syngur saman við London Community Gospel Choir, ið ger sangirnar til gospel.
Hetta er ein hin vánaligasta plátan hjá Cave. Hann hevur ikki bert einki at siga, hann hevur útgivið eina dupulta plátu av "eg havi einki at siga" sangum. Cave skuldi bíðað nøkur ár og útgivið eini tveir av hesum sangunum á einari plátu, ið taldi eini sjey sangir. Tað er eingin ivi um at Cave er í kreppu í hesum døgum.

Nick Cave: "Abbatoir Blues/The Lyre of Orpheus".