Lærið landið at kenna - Norðlýsið undir Hestoynna

Góða veðrið um halguna hevur fingið nógvar føroyingar at ferðast í egnum landi. Alla staðni kring oyggjarnar hava fremmand andlit verið at sæð. Góða veðrið heldur fram og 2. Hvítusunnudag er møguleiki at fara dreymaferðina við Norðlýsinum út undir Hestoynna. Sjáldsama góða summarveðrið hevur ikki bert tikið veðurfrøðingar á bóli. Eisini mangir føroyingar vórðu tiknir á bóli, tá teir vaknaðu í morgun. Sólskinveður og dýrdarveður hevur verið orsøkin til, at fólk eru farin tíðliga heimanífrá og út um oyggjarnar við bili, og eisini í fjøllunum hava mong verið til gongu.

Tey, sum vara av ferðamannaflaggskipi okkara Norðlýsinum ætla ikki at liggja á tí latu síðuni heldur. Veðurgudarnir lova nevniliga sama góðveður í morgin, tað verður sólskin og logn.

Tað er veruligt helluveður, so í morgin 2. Hvítusunnudag klokkan 14 loysir Norðlýsið frá landi í Vágsbotni við kós móti hellunum undir Hestoynni, m.a. Klæmintsgjógv. Tey, sum hava verið við slíkan túr, siga, at hetta er dreymaferðin av øllum. Birgir Enni, skipari á Norðlýsinum sigur við Portalin í kvøld, at tey hava gjørt av at gera ein eykatúr út í Hest. Møguleiki er at tekna seg hjá skiparanum á telefon 218520. Túrurin undir Hestoynna varir í 3-4 tímar.