Andrias Reinert
Í Sosialinum nú undan páskum var fitt mynd av køtti, sum var klovin upp í eitt træ á fuglaveiði. Blaðmaðurin, sum ætlaði at seta okkurt saman um fugl og kettu í samband við myndina, ringdi til mín at vita, um eg visti okkurt at siga frá, um hvørja ávirkan ketta kundi hava á fuglalívið.
Í skundi visti eg lítið ítøkiligt at siga um hetta, men kom so at hugsa um søguna um líran og útløgukøttin í Dysjunum, sum pápi plagdi at siga frá. Søgan kom tó tíverri heldur skeivt fyri í blaðnum, og tí fari eg her at siga hesa søgu upp aftur, sum eg minnist hana:
Abbin, "Andrias í Norðadali" var, umframt at vera bóndi, sera áhugaður í øllum sum rørdi seg í náttúruni, og óføra góðan hug hevði hann hartil at veiða, um tað so var við tráðuni eftir sílum, ella við byrsuni.
Nakrir skrápar áttu í urunum undir fjøllunum í Norðadali, og pápi segði ofta frá, hvussu góðan ómak teir gomlu gjørdu sær at leggja gift fyri rottu í urðunum, hvussu væl teir fóru um holurnar har skrápur helt til, og serstakliga hvussu væl og virðiliga varð lagt út yvir aftur holuna tá lírin varð tikin, fyri at væta ikki skuldi seta niður í.
Feiti lírin var, sum vera man, tá sum nú, forkunnugur biti, og pápi mintist mangan aftur á, hvussu heilt óføra væl lírin smakkaði, tá hann var íligin, og børnini tá fingu ein fjórðings-líra í part afturvið dríli til nátturða.
Í Dysjunum, Sundsmegin í Stiðjafjalli, átti tá fitt av skrápi. Men so eitt árið, tá sundsbóndin og menn hansara fóru eftir líra, var lítið og einki at fáa; men í einari holu í tí sera sjáldsama og óføra glopruta lendinum komu teir fram á rovini av eini 20 skrápum og lírum, og grunaðu tá alt fyri eitt, at nú var útløgukøttur lagstur í urðina. -Helst vóru tað veingirnir, ið køtturin hevði leivt.
Sundsbóndin lovaði tá ein góðan geldseyð til tann, sum kundi basa hesum óbodna gesti. Og hetta kan bæði siga okkum frá, hvussu nógv líraveiðan varð mett tá, og er somuleiðis gott dømi um, skaðan útløgukøttur kan volda fuglinum.
Abbin legði seg á lúr við byrsuni í urðini, og fekk at enda bast syndaranum, -einum stórum frensi.
Tá heystfjøllini vóru gingin á Sundi, kom Andrias heim til Dals við einum góðum geldseyði. Hetta var frálíka lønin frá sundsbóndanum fyri ómakin, hann hevði gjørt sær at beina fyri køttinum í Dysjunum.










